Lærarar eru við lóg tryggjaðir góða inniluft og góð viðurskifti á arbeiðsplássinum, men næmingar eru ikki tryggjaðir á sama hátt, og tað eiga vit at gera nakað við alt fyri eitt, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.
– Veruleikin er, at í nógvum skúlum eru viðurskiftini ikki nøktandi, ei heldur í nýggjum skúlabygningum. Vit hava áður havt dømi um, at skúlastovur eru stongdar, tí soppur er staðfestur, ella inniluftin er heilsuskaðilig. Í fleiri førum eru næmingarnir í flokshølinum allan dagin, bæði tá undirvísing er, í fríkorterum og tá teir eta matpakkan, tí at annað letur seg ikki gera í skúlanum. Tað er ikki nøktandi, og tað kunnu vit ikki bjóða børnunum, sigur hann við Skúlablaðið.
Sambært formanninum hjá Føroya Lærarafelag eiga vit ikki at ganga út frá, at næmingar eru óbeinleiðis vardir, tí lærarar eru tað.
- Lærarar eru vanliga bundnir at vera í flokshølunum nakrar tímar um dagin; næmingarnir eru bundnir allan dagin. At eingin lóg tryggjar næmingunum er tekn um vantandi virðing børnunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald