Uttanlands

- Tað skal vera trupult ikki at vera koppsettur

Mette Frederiksen viðgongur at ætlanin er at allir borgarar verða koppsettir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-11-09 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit síggja, at tann lítli bólkurin, ið ikki vil lata seg koppseta, tíverri smittar teir borgarar, ið eru koppsettir. Tað er ikki rímiligt.

Soleiðis segði Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, við Danmarks Radio eftir tíðindafundin í Forsætismálaráðnum í gjárkvøldið, har hon boðaði frá, at stjórnin ætlar at seta koronapassið í gildi aftur.

Hon heldur, at hetta fer at fáa fleiri borgarar til at lata seg koppseta.

- Tað er ikki sámiligt, at okkara eldru og viðkvomu borgarar og onnur, sum hava gjørt alt tað, sum samfelagið hevur biðið tey um, skulu setast í størri vanda av teimum fáu, ið ikki vildu lata seg koppseta, segði Mette Frederiksen.

Og hon legði afturat, at tað ger als einki, um tað gerst nógv truplari at vera ókoppsettur enn koppsettur í Danmark.

- Heilt ærliga, so hugsi eg um, hvussu vit kunnu leggja enn meira trýst á tey, sum ikki eru koppsett, uttan at tann koppsetti parturin av fólkinum verður raktur av avmarkingum.

Mette Frederiksen er sannførd um, at um Danmark framhaldandi kann vera eitt opið samfelag, so skulu øll koppsetast.

- Og tað skal helst henda beinanvegin, segði hon.

Boðini frá stjórnini um, at koronapassið fór at verða sett í verk aftur, og áheitanin til tey ókoppsetu um at lata seg prika, sá í gjárkvøldið út til at virka.

Meðan tíðindafundurin fór fram stóðu 11.000 borgarar í bíðistøðu á heimasíðuni vacciner.dk fyri at bóka tí til koppseting móti covid-19, skrivar Danmarks Radio. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder