Uttanlands

– Tað snýr seg um at verja tann frælsa heimin

Amerikanski forsetin, Donald Trump væntar, at USA fer at fáa ræðið á Grønlandi

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2025-01-26 11:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Donald Trump væntar, at USA fer at fáa ræðið á Grønlandi.

Tað segði hann, tá hann tosaði við journalistar á forsetaflogfarinum Air Force One ávegis til Miami. Eisini legði hann afturat, at íbúgvarnir í Grønlandi "fegin vilja vera hjá okkum".

Amerikanski forsetin veit ikki, hvørji krøv Danmark hevur hesumviðvíkjandi, men tað hevði verið óvinarligt, um Danmark ikki loyvir tí, tí tað snýr seg um at verja tann frælsa heimin, sigur hann.

– Tað hevur einki við USA at gera, burtsæð frá, at tað eru vit, sum kunnu geva teimum frælsi. Tað kunnu tey (Danmark, red.) ikki.

Trump hevur, síðan hann bleiv afturvaldur til forseta í november tosað um at yvirtaka Grønland, nakað, sum hann longu nevndi í sínum fyrra valskeiði. Men Bæði Danmark og Grønland hava gjørt greitt, at Grønland er ikki til sølu.

Í síðstu viku tosaði Trump í telefon við danska forsætisráðharran Mette Frederiksen, har hon vísti til útsøgnirnar hjá grønlendska landsstýrisformanninum, Múte B. Egede, um, at Grønland er ikki til sølu. Grønlendski landsstýrisformaðurin hevur tó boðað frá, at hann ynskir tættari samstarv við USA um m.a. verju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder