4. juni verður tjóðartingsval í Stórabretlandi. Tað boðaði bretski forsætisráðharrin frá mikudagin, og sambært bretska andstøðuleiðaranum, Keir Starmer, fer komandi tjóðartingsvalið at snúgva seg um broyting.
Starmer er formaður fyri flokkin Labour, sum í seinastu veljarakanningunum hevur klárað seg munandi betri enn konservativi stjórnarflokkurin.
Í fyrstu veljarakanningini, sum er gjørd, síðan Rishi Sunak skrivaði út val, fekk Labour undirtøku frá 44 prosent av veljarunum, meðan konservativi flokkurin fekk 27 prosent, skrivar Reuters.
Á seinasta tjóðartingsvalinum, sum var í 2019, fingu Labour og konservativi flokkurin ávikavist 32,1 og 43,6 prosent av atkvøðunum.
Seinastu 14 árini hevur konservativi flokkurin sitið við valdið. Seinasti Labour-forsætisráðharrin var Gordon Brown, sum var forsætisráðharri í árunum 2007 til 2010.
– Óansæð hvat verður sagt og gjørt, so er tað møguleikin fyri broyting, sum hetta snýr seg um, segði Starmar mikudagin, eftir at forsætisráðharrin, Rishi Sunak hevði útskrivað val.
Sambært Starmer hevur Labour eina langtíðarætlan um m.a. at tryggja bretsku landamørkini, stytta biðilistar hjá heilsuverkinum, og gera orkuna bíligari.
Starmer legði afturat, at "ein atkvøða fyri Labour er ein atkvøða fyri støðufesti - búskaparligt og politiskt".
Síðan seinasta tjóðartingsval hava bretar havt tríggjar forsætisráðharrar. Boris Johnson, Liz Truss og Rishi Sunak, sum hevur sitið í Downing Street 10 síðan oktober 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald