
Umstøðurnar seinastu tíðina hava við sær, at Jørgen Niclasen hevur tikið avgerð ikki at taka við afturvali sum formaður í Fólkaflokkinum.
Landsfundur Fólkafloksins skal á hvørjum ári velja formann og á komandi fundi, sum verður hálvan mars, fer Jørgen Niclasen ikki at taka við afturvali.
- Flokkurin hevur í stóran mun fingið eina nýggja byrjan við trimum nýggjum landsstýrisfólkum og nú eisini við einum nýggjum formanni eftir landsfundin.
- Fyri meg er tað at fara aftur á gamlar gøtur, nú eg skal brúka mínar royndir í Løgtinginum, Fólkaflokkinum at frama.
- Eg havi altíð sett flokkin framum meg sjálvan og eg haldi, at tað tænir flokkinum best at fáa eitt nýtt andlit í leiðsluna, sigur Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen hevur verið formaður í Fólkaflokkinum síðan 2007. Hann sat fyrstu ferð á Løgtingi í 1989.
Hann hevur verið landsstýrismaður í fiskivinnumálum frá 1998-2003, landsstýrismaður í uttanríkismálum frá 2008-2011 og landsstýrismaður í fíggjarmálum frá 2011-2015 og aftur frá 2019-2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald