Innanlands

- Takið portrið niður alt fyri eitt

Tað undrar Hagafelagið almikið, at Búnaðarstovan, sum varðar av festinum í Saksun, ikki hevur givið festaranum boð um at taka portrið niður

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-01 17:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hagafelagið fer nú av álvara inn í stríðið um gjaldspotrið í Saksun. Gjaldast skal við gjaldskorti um ein skal út á Lónna at njóta friðin. Soleiðis hevur tað verið síðani á sumri 2019, hóast nógv stríð hevur verið um málið.

Hagafelag Føroya hevur sent skriv til Búnaðarstovuna um at portrið verður tikið niður alt fyri eitt.

- Nú hevur portrið staðið í skjótt tvey ár, og Hagafelagið undrast almikið á, at Búnaðarstovan, sum varðar av festinum í Saksun, ikki hevur givið festaranum boð um at taka portrið burtur.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Fólk hava í øldir gingið hesa leiðina út á Lónna í Saksun – til á sumri í 2019, tá festarin knappliga setti eitt gjaldsportur við hegni og píkatráði upp. Síðan portrið kom, hava fólk ikki kunnað gingið hesa leiðina út at njóta náttúruna uttan at gjalda.

- Ein rættur og ein aldargomul siðvenja er á hendan hátt skúgvað til viks av einum festara, sum nú forðar fólki at fara til hetta økið, um tey ikki koyra gjaldskortið gjøgnum hansara gjaldsportur, sigur Hagafelagið.

Tey halda at hetta er problematiskt og er í stríð við ta siðvenju, sum føroyingar hava at fara út í haga og fjøru at njóta náttúruna.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

- Herfyri staðfesti landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum í svari upp á fyrispurning í løgtinginum, at gjaldsportrið neyvan er lógligt, og at portrið forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt at ferðast.

- Hagafelagið vil staðiliga heita á Búnaðarstovuna um at bera so í bandi, at gjaldsportrið í Saksun verður tikið niður, og at Búnaðarstovan samstundis forðar fyri, at slík portur verða sett upp í Føroyum.

Áheitanin sæst í fullum líki her (lesarin.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder