Mentan

- Takk fyri at tú framber føroyska mentan á altjóða palli

Føroyingar fegnaðust saman við Eivør á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn

(Mynd: Magnus Fröderberg / norden.org)

(Mynd: Magnus Fröderberg / norden.org)

2021-11-03 00:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stór frøi og nøgd var á føroyingum í Keypmannahavn í kvøld, nú Eivør Pálsdóttir varð kosin vinnari av tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins.

Heiðurslønarvinnarin varð avdúkaður á beinleiðis sjónvarpssending úr Skuespilshuset í Keypmannahavn, har vinnararnir av bókmenta-, barnabókmenga-, films- og umhvørvisheiðursløn Norðurlandaráðsins eisini vórðu kjósaðir.

Fagnaðurin var stórur, tá vælumtókti danski kórleiðarin og tónasmiðurin Phillip Faber avdúkaði, at Eivør var vinnari av tónleikaheiðurslønini 2021.

Eivør var eisini tilnevnd henda heiður í 2013, men tá varð finski fiólleikaran, Pekka Kuusisto, ið vann. Men hesaferð vann Eivør, og tað var ikki ein einasti føroyingur til staðar, sum ikki helt, at tað var væl og virðiligauppiborið.

Heilt óvæntað kom tað ikki á Eivør, hóast hon undan hátíðarhaldinum í kvøld ikki vildi avdúkað annaå, enn at hon var rættiliga nervøs fyri kvøldinum.

Men undir eini meira meira óhátíðarligari móttøku á føroysku umboðsstovuni á Norðurbryggjuni seinni um kvøldið, avdúkaði Eivør, at hon hevði fingið onkran illgruna, serliga tá tað vóru “kreftir”, sum árgrýtnar arbeiddu fyri at flyta ætlaðu konsertferðina í Polandi, so at hon kundi vera til staðar í Keypmannahavn undir hátíðarhaldinum hjá Norðurlandaráðnum.

[object Object]

Takk fyri rúnabindandi framførslur
Undir samkomuni á Norðurbryggjuni helt Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, eisini eina røðu fyri Eivør.

Hann takkaði songkvinnuni fyri sínar bergtakandi og rúnabindandi sangframførslur bæði heima og úti í stóru verð.

Jenis av Rana vísti á, at Eivør hevur síðan ungan aldur arbeitt hart og miðvíst fyri at koma so langt við síni list, sum hon nú er komin.

- Tú hevur halgað teg til listina. Tú spennir sera víða, og móðurmálið er ein varði í tínari list. Tað eru vit takksom og glað fyri, segði Jenis av Rana, og helt fram.

- Takk fyri, at tú framber føroyska mentan á altjóða palli. Takk fyri, at tú reisir teg og fert út um landoddarnar við tíni list. Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins, sum er ein tann størsti heiðurin, ein kann fáa á okkara  leiðum, er tær vær uppiborin, segði Jenis av Rana, sum eisini ynskti hinum trimum føroysku tilnevndu kvinnunum, Marjun Syderbø Kjælnes, Lív Mariu Róadóttir Jæger og Sunnivá Guðmundsdóttir Mortensen hjartaliga tillukku við tilnevningini, og vísti á, at tilnevningin er ein heiður í sjálvum sær. 

Ikki bara føroyingar, men eisini íslendingar fegnaðust um heiðurslønina til Eivør Pálsdóttir, tí fyri nógvar íslendingar, er Eivør ein av teirra, tí hon hevur uppihildið seg og sungið so nógv í Íslandi.

Ein, ið tók sær eitt sindur av æruni, var sjálvur forseti Íslands í eini heilsan á Twitte:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder