Talið á hatursbrotsverkum móti jødum og muslimum á amerikonskum universitetum er økt munandi seinastu tíðina, síðan kríggið millum Ísrael og Hamas byrjaði.
Sambært felagsskapinum Anti-Defamation League eru 54 mál um jødahatur á amerikonskum universitetum fráboðað í tíðarskeiðnum 7. til 23. oktober, harav 43 eru orsakað av krígnum.
Samlaða talið á málum um jødahatur í USA er eisini fjórfaldað í mun til sama tíðarskeið í fjør.
DR skrivar, at universitet í USA seinastu vikurnar hava verið fyri nógvum atfinningum frá jødiskum og muslimskum lesandi, sum ikki halda, at har verður gjørt nóg nógv fyri at verja tey.
– Økta talið á hatursbrotsverkum á okkara universitetum í kjalarvørrinum á stríðnum millum Ísrael og Hamas er sera skelkandi fyri tey lesandi og átti at skelka allar amerikanarar, sigur amerikanski undirvísingarmálaráðharrin, Miguel Cardona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald