Politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam finst hvassliga at mótmælisfólkunum, eftir at harðligir samanstoytir hava verið millum tey og løgregluna.
Fólk í Hong Kong, sum krevja meira demokratiskt frælsi, hava mótmælt í fleiri mánaðar.
Krøvini hjá mótmælisfólkunum rættvísgera tó ikki harðskap, sigur Carrie Lam, sum leggur afturat, at mótmælisfólkini eru fólksins fíggindar.
Undir mótmælinum í gjár varð ein maður skotin í bringuna av løgregluni, og undir mótmælinum í dag, varð ein maður díktur undir í brennievni, og síðani varð eldur settur á hann.
Sambært tíðindastovuni Ritzau, verður í dag boðað frá, at maðurin, sum varð skotin í bringuna í gjár, er uttanfyri lívsvanda.
Les eisini: Hong Kong: Løgreglan skotið mann í bringuna
Mótmælini byrjaðu í juni orsakað av einum umstríddum lógaruppskoti, sum skuldi loyva útflyggjan av borgarum í Hong Kong til rættarsókn í Kina. Tað uppskotið er síðani tikið aftur, men fólk mótmæla enn á gøtunum.
Mótmælisfólkini hava nevniliga eisini onnur krøv, m.a. at Carrie Lam leggur frá sær, og at ein kanning verður gjørd av løgregluharðskapi í býnum. Eisini krevja tey, at mótmælisfólk, sum sita í fongsli verða leyslatin aftur, og at fólkið skal hava størri demokratiskt frælsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald