Innanlands

– Tey sum eru liðugt koppsett eru rættiliga trygg

Koppsetingin fyri koronu riggar sera væl, men hon gevur ikki 100 prosent verju fyri øll, sigur landslæknin, eftir at fleiri persónar hava fingið staðfest koronu, hóast tey eru koppsett

Lars Fodgaard Møller, landslækni sigur, at tey, sum eru liðugt koppsett kunnu kenna seg rættiliga trygg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni sigur, at tey, sum eru liðugt koppsett kunnu kenna seg rættiliga trygg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-31 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár kom fram, at tveir persónar í Føroyum, sum eru koppsettir fyri koronu kortini hava fingið staðfest smittuna. Annar av persónunum varð liðugt koppsettur fyri fleiri vikum síðani.

Les eisini: Positiv koronukanning hóast koppseting

Hetta er fyrstu ferð, at slíkt er sæð í Føroyum, men hetta er tó ikki nakað nýtt, segði Lars Fodgaard Møller, landslækni við Útvarpið í morgun.

– Koppsetingin riggar sera væl, men hon gevur ikki 100 prosent verju fyri øll, sigur hann.

Tey, sum eru liðugt koppsett kunnu kortini kenna seg rættiliga trygg, heldur landslæknin. Við VP sigur landslæknin í dag, at fleiri persónar, sum ikki eru liðugt koppsettir, hava fingið staðfest koronu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder