- Vit hava ein fólkaræðisligan trupulleika, um politikararnir ikki lurta eftir teimum ungu, tí tað ber ikki til at síggja burtur frá einum so stórum partin av fólkinum.
Tað heldur ungi føroyski politikarin, Barbara Gaardlykke Apol, sum hetta seinasta árið hevur sitið sum forkvinna í Norðurlanda Ungdómsráðnum, Ungdommens Nordiske Råd.
Barbara Gaardlykke Apol, sum umboðar føroyska ungdómsfelagsskapin Sosialistisk Ung, er á forsíðuni á heimasíðuni hjá norrøna samstarvinum, norden.org, í samband við at árligi fundurin í Norðurlandaráðnum nærkast.
Norðurlanda Ungdómsráðið heldur sínar ársfundir beint undan at Norðurlandaráðið verður sett, og er ofta við til at mynda kjakið hjá tí ”veruliga” Norðurlandaráðnum eisini.
Spurningurin um ung verða hoyrd, er frammi nú serliga orsaka av aktivismuni hjá svensku Gretu Thunberg, sum hevur verið við at sett dagsskránna hjá nógvum politiskum pallum.
- Eg haldi, at tað í dag er meira vanligt, at politikarar royna at fáa tey ungu við í viðgerðina. Hvussu væl tað virkar, er ein annar spurningur. Eg haldi ikki, at Greta Thunberg einsamøll er orsøk til hetta. Men Greta Thunberg hevur sett gongd á eina heimsumfatandi rørslu, sum ynskir kollveldanti broytingar og atgerðir, tá tað um veðurlagið ræður. Eftir langat tíð við áhaldandi mótmælum er tað eydnast henni at verðahoyrd, og tað skal hon eiga stórt rós fyri, sigur Barbara Gaardlykke Apol við norden.org.
- Anars haldi eg, at tað er ein sjálvfylgja, at politikarar lurta eftir ungum. Eins og tey skulu geva við javngomul, eldri og øðrum bólkum. Vit hava ein grundleggjandi fólkaræðisligan trupulleika, um tað ikki verður lurtað eftir einum so stórum bólki av borgarum, leggur Barbara Gaardlykke Apol afturat.
Hon situr sum forkvinna fyri Norðurlanda Ungdómsráðið til ársfundurin verður 26. og 27. oktober, tá nýggjur formansskapur skal veljast.
Og okkurt bendir á, at tað kann gerast ein onnur føroysk kvinna, sum tekur yvir. Í løtuni er Anna Falkenberg, sum umboðar Unga Sambandið, næstforkvinna í Norðurlanda Ungdómsráðnum.
Nordens Liberale Ungdom hevur skoti Onnu upp til formansvalið komandi.
Barbara Gaardlykke Apol, her saman við Annu Falkenberg, sum møguliga tekur eftir í forkvinnusessinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald