Innanlands

– Tíbetur var tað falskur alarmur

Seinnapartin varð sløkkiliðið sent út á sambýlið á Heygnum í Klaksvík, tí boðað varð frá eldi, men talan vísti seg at vera um falskan alarm, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-09-21 12:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt eftir klokkan 12 varð boðað frá eldi í sambýlinum á Heygnum í Klaksvík.

Sløkkiliðið varð sent á staðið, men talan vísti seg tíbetur ikki at vera um nakran eld men bert um royk í køkinum.

– Tíbetur vísti tað seg at vera falskur alarmur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder