Innanlands

- Tíðin er avgjørt ikki farin frá minningardegi teirra sjólátnu

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður flutti fram røðu í sambandi við minningarhald fyri teimum sjólatnu

2019-11-01 21:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Fyri nøkrum fáum døgum síðani varð eg spurdur, um eg ikki helt, at tíðin var farin frá Allahalgannadegi?

- Mítt svar var stutt og greitt. Nei.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í røðu á minningarhaldinum á Vinnuháskúlanum í Havn fyri teimum sjólatnu.

- Tí tað sømir seg fyri eina siglandi tjóð at halda fast í henda dag. Tíðin er avgjørt ikki farin frá minningardegi teirra sjólátnu, segði løgmaður.

- Tað eru í ár 70 ár, síðani vit fyrstu ferð hildu minningarhald teirra sjólátnu á allahalgannadegi, tann 1. november. Minningardagurin kom í kjalarvørrinum av seinna heimsbardaga, sum bart út er ein skakandi táttur í okkara siglingarsøgu. Ein sorgarsøga av teimum stóru.

Øll røðan kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder