Innanlands

- Tit svíkja tað, sum Eiler Jacobsen setti í verk

Poul Jákup Thomsen, sum býr í Skálavík, er alt annað enn nøgdur yvir, at depilin í Skálavík nú verður skúli

Poul Jákup Thomsen er ikki nøgdur við, at depilin í Skálavík nú verður eftirskúli (Mynd: Sverri Egholm)

Poul Jákup Thomsen er ikki nøgdur við, at depilin í Skálavík nú verður eftirskúli (Mynd: Sverri Egholm)

2019-10-21 13:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast lógvabrestirnir ljóðaðu fleiri ferðir, tá ætlanin fyri kristna eftirskúlanum varð løgd fram á tíðindafundi á Hotel Skálavík í dag, so vóru tað ikki bert nøgdar røddir at ljóða.

Ein teirra, sum nýtti høvi til at bera fram sína ónøgd um ætlanina, var Poul Jákup Thomsen.

- Vit hava havt stóra gleði av ”dinarinum”, sum Eiler Jacobsen setti við hesum deplinum. Men eg føli, at tit støðga menningini, sum Eiler setti í verk. Tit hava svikið tað, hann byrjaði. Tit hava lumpað okkum, sum búgva her í bygdini alvorliga.

Segði Poul Jákup Thomsen, týðuliga ónøgdur og óður.

[object Object]Beinta Háberg Jacobsen (Mynd: Sverri Egholm)

Aftur til uppruna tankan
Hjørdis Háberg Petersen svaraði aftur, at tað, sum grunnurin handan depilin nú hevur valt, er at fara aftur til uppruna tankan hjá Eileri Jacobsen.

- Tað er ikki vit, sum hava støðgað núverandi virkseminum. Tað er Smyril Line, sum siga at tey ikki kunnu fáa rakstur á hotellið her. Depilin kann ikki standa tómur, og tí hava vit leitað aftur til upprunatankan, svaraði Hjørdis Hábeg Petersen.

- Upprunatankin var at kunna savna menniskju, har tey kunnu fáa eitt gott orð á vegnum og møguleika at gista. Okkara ætlan er als ikki at sabotera nakað í Skálavík.

Eisini einkjan eftir Eiler Jacobsen, Beinta Háberg Jacobsen, tók orðið.

- Eg havi verið við alla tíðina, og veit hvat upprunaliga ætlanin hjá Eileri var. Og ætlanin lá á tí andaliga økinum. Hann vildi fyrst geva skálvíkingum ein sal. Umvegurin hevur kanska verið nakað langur, við hotellvirksemi og slíkum, men eg meti at ein kristin eftirskúli liggur tætt at ætlanini, sum Eiler hevði, segði Beinta Háberg Jacobsen.

Kemur við menniskjaligum kapitali
Eisini Dánjal Petersen tók orðið, og fyri at hugleiða um, hvat ein eftirskúli kann fáa av týdningi og ringvirkningum fyri bygdina. Í staðin fyri at koma við peningaligum kapitali, fer eftirskúlin at geva menniskjaligan kapital til økið. Geva ungfólki eina góða uppliving, sum kann vera til gagns fyri økið í nógv ár framyvir. Dánjal nýtti eisini høvi at nevna, at kanska kunnu onnur øki verða drigin inn í virksemið, sum skúlin kemur at kasta av sær.

- Vit koma kanska eisini at hyggja eftir, hvat Lido kann brúkast til nevndi hann. Lido er ein virkisbygningur við havnalagið í Skálavík, sum hevur staðið óvirkin í nógv ár.

Poul Jákup Thomsen, ið vit eisini kenna sum nú fráfarandi stjóri fyri Føroya Symfoniorkestur, valdi – tá spurt var um fleiri høvdu spurningar um skúlavirksemi, at rýma av fundi, nú honum varð sýtt at koma við fleiri spurningum, sum ikki høvdu beinleiðis tilknýti til skúlan. 

[object Object]Dánjal J. Petersen og Hjørdis Háberg Petersen (Mynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder