Uttanlands

– Trump er vælkomin til Grønlands

Formaðurin í Siumut takkar komandi amerikanska forsetanum, sum á jólum sendi heilsan til m.a. Grønlands

Erik Jensen, formaður í Siumut (Savnsmynd)

Erik Jensen, formaður í Siumut (Savnsmynd)

2024-12-28 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump er vælkomin til Grønlands.

Tað sigur Erik Jensen, formaður í grønlendska flokkinum Siumut.

– Hóast Trump veit, at Grønland ikki er til sølu, vilja vit undirstrika, at Trump er meira enn vælkomin at vitja Grønland, og at vit úr Siumut eisini eru opin fyri at vitja hann í USA, sigur hann í tíðindaskrivi sambært Sermitsiaq.

Tað var stutt fyri jól, at Trump í dagføring á Truth Social boðaði frá, at hann framvegis var áhugaður í Grønlandi, sum hann ynskti at keypa í 2019, og á jólum skrivaði Trump eisini eina jólaheilsan til m.a. grønlendingar á Truth Social, og Erik Jensen leggur afturat, at tey eru sera takksom fyri jólaheilsanina.

Les eisini: Trump sendir grønlendingum jólaheilsan

– Áhugin frá heimsins stórveldum, harímillum USA, er eitt greitt tekin um okkara geopolitiska týdning. Tað viðurkenna vit sum ein møguleika fyri at skapa nýggj sambond og styrkja okkara leið móti sjálvræði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder