Sambært talsfólki hjá demokratiska forsetavalevninum, Joe Biden, kemur Donald Trump við "andstyggiligum lygnum" um varaforsetavalevni hansara, Kamala Harris.
Á tíðindafundi hósdagin nevndi amerikanski forsetin eitt ástøði um, at Kamala Harris ikki er skikkað at vera varaforseti, tí at hon ikki lúkar allar treytirnar.
Trump vísti til eina grein, sum John C. Eastman, ein konservativur løgfrøðiprofessari hevði skrivað. Í greinini vil løgfrøðingurin vera við, at Kamala Harris ikki eigur at kunna stilla upp, tí at foreldur hennara ikki vóru amerikanskir ríkisborgarar, tá hon varð fødd.
55 ára gamla Kamala Harris er fødd í Oakland í Kalifornia 20. oktober í 1964, men mamma hennara er úr India, og pápi hennara er úr Jamaika.
– Eg hoyrdi í dag, at hon ikki lúkar allar treytirnar, og tað er annars ein sera skikkaður og sera dugnaligur løgfrøðingur, sum hevur skrivað tað. Eg veit ikki, um tað passar, eg hevði hildið, at demokratarnir høvdu kannað hatta, áðrenn hon verður vald til varaforsetavalevni, segði amerikanski forsetin á tíðindafundinum.
Í 2016 stuðlaði Trump eisini sonevndu "birther-rørsluni", sum vildi vera við, at táverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, ikki var føddur í USA, og sostatt ikki átti at kunna gerast forseti.
Trump hevur síðani ásannað, at Obama er føddur í USA. Barack Obama varð føddur á Honolulu á Hawaii í 1961. Mamma hansara var úr Kansas, og pápi hansara úr Kenya.
– Tað kemur ikki óvart á meg, hóast tað enn er andstyggiligt, at Trump brúkar slíkar ússaligar lygnir í sínum valstríði, meðan hann ger sær fyri skommum í royndini at leiða amerikanska fólkinum frá hansara miseydnaðu handfaring av koronafarsóttini, sigur Andre Bates, talsfólk hjá Joe Biden sambært Ritzau.
Kamala Harris er skikkað
Sambært fleiri løgfrøðingum, sum Associated Press hevur tosað við, lúkar Kamala Harris allar treytirnar fyri at gerast varaforseti.
Hon er ríkisborgari, sum er føddur í USA, hon er í minsta lagi 35 ár, og hevur búð í USA í í minsta lagi 14 ár.
Hvørt foreldur hennara vóru ríkisborgarar, tá hon varð fødd er óviðkomandi í hesum málinum, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald