Í komandi viku fer fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump at boða frá, at hann stillar upp til amerikanska forsetavalið í 2024, sigur Jason Miller, ið hevur verið ráðgevi hjá Trump í nógv ár.
Tað var í poddvarpinum "War Room" í samrøðu við fyrrverandi ráðgevan hjá Trump, Steve Bannon, at Miller boðaði frá, at Trump fer at koma við fráboðanini týsdagin.
Hann leggur afturat, sambært Ritzau, at Trump hevur sagt honum, at tað er ein sjálvfylgja, at hann stillar uppaftur.
Hetta samsvarar við tað, sum Trump segði á veljarafundi í amerikanska statinum Ohio mánadagin.
– Týsdagin 15. november komi eg við einari týdningarmiklari fráboðan úr Mar-a-Lago í Palm Beach í Florida, segði hann og vísti til heim sítt í Florida.
Fyrrverandi amerikanski forsetin hevur annars í fleiri mánaðir givið ábendingar um, at hann fer at stilla upp í 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald