Innanlands

- Trýst ikki á leinkið!

Løgreglan fær aftur fráboðanir um illgrunasom sms-boð og teldupostar um at pakkapostur er komin

(Modelmynd: visualhunt.com)

(Modelmynd: visualhunt.com)

2026-06-24 07:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Latið for Guðs skyld vera við at trýsta á leinkið.

Soleiðis ljóða boðini frá vaktleiðaranum á løgreglustøðini í sambandi við at løgreglan aftur hevur fingið fráboðanir, um at roynt verður at snýta fólk við sms- og telduboðum.

Talan er um fráboðanir um, at onkur pakki liggur og bíðar, og fyri at fáa meira at vita hvussu farast skal fram, skal móttakarin trýsta á eitt leinki. Verða hesi boð gingin á møti, hava fólk við ilt í hyggju fingið atgongd til persónligar upplýsingar hjá tær, og vandi er fyri, at tú kann snýtast fyri nógvar pengar.

- So latið vera við at trýsta á leinkið!

Løgreglan fekk í gjár boð um minst tríggjar slíkar fráboðanir, sum vóru komnar. Ein var umvegis teldupost og tvær við sms-boðum, hesaferð frá útlendskum telefonnumrum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder