Innanlands

– Týdningarmikið við góðari tilbúgving

Náttina til hósdagin kavaði so illa, at ikki var koyrandi um Sandavágsháls, tá eitt flogfar hjá Atlantsflogi lendi seint um kvøldið, og tí var heitt á sløkkiliðið í Vága kommunu um at hjálpa

(Mynd: Dánjal Pauli Poulsen/Vága kommuna)

(Mynd: Dánjal Pauli Poulsen/Vága kommuna)

2022-04-09 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Náttina til hósdagin kavaði illa, og tá eitt flogfar hjá Atlantsflog lendi seint um kvøldið, var ikki koyrandi um Sandavágsháls, og stóðu eini 15 bilar tí fastir í kavanum.

Men á miðjari nátt varð heitt á sløkkiliðið í Vága kommunu um at hjálpa, av tí at Landsverk ikki byrjaði at grava aftur fyrr enn klokkan fimm.

Vága kommuna skrivar soleiðis á heimasíðuna:

– Dánjal Pauli Poulsen, tilbúgvingarleiðari og Jónhard Selfoss frá sløkkiliðinum fóru norð á Háls, og fingu eini 10 bilar oman til Sandavágs, og ført nakrar bilar oman til tunnilin. Øll fólkini, ið vendu oman av Hálsi komu inn á sløkkiliðsstøðina inni á kaiini, har Bjarni Prior, borgarstjóri tók ímóti og bjóðaði kaffi. Ímeðan fór Jónhard Selfoss, sum bæði er partur av sløkkiliðinum og maskinførari hjá Vága kommunu, í gongd við kavarudding uppi á Hálsi, so floggestirnir kundu sleppa heim til hús. Klokkan hálvgum fýra á morgni leiddi Dánjal Pauli øll trygt norð til tunnilsmunnan.

– Tað hevur stóran týdning við einari góðari tilbúgving í kommununi, og fólki sum altíð eru klár at hjálpa, tá tørvur er á tí.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder