Innanlands

– Tykkara arbeiði er gull vert fyri okkara samfelag

Landsstýriskvinnan í almannamálum setti tiltakið í Tórsgøtu í gjár, sum Sinnisbati skipaði fyri í sambandi við altjóða sálarheilsudagin

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum (Mynd: amr.fo)

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum (Mynd: amr.fo)

2021-10-11 16:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var altjóða sálarheilsudagur, í hesum sambandi skipaði Sinnisbati aftur í ár fyri stórum tiltaki í Perluni og á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.

Talan var um eina fjølbroytta skrá við bæði framløgum, og tónleiki, og stovnar og feløg vístu eisini teirra virksemi fram í básum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum setti dagin og bar fram røðu.

Í røðu sínari takkaði hon m.a. Sinnisbata fyri teirra arbeiði við at kunna um sálarsjúku.

– Upplýsing og kunning um sálarsjúku er eitt av aðalmálunum hjá Sinnisbata. At fáa eitt betri innlit í tann søguliga partin fremur sanniliga eisini okkara innlit og setur tingini í perspektiv. Søgan skal ikki tigast burtur - hon er við til at slóða fyri meir opinleika. Hóast nógv er broytt til tað betra, so má áhaldandi arbeiðast við at fáa tað tabu, sum er um sinniligar diagnosur, burtur.

– Tykkara arbeiði í Sinnisbata er gull vert fyri okkara samfelag. Ikki minni at tit markera Altjóða Sálarheilsudagin og eisini her varpa ljós á sálarliga heilsu.

– Dagliga arbeiði tykkara í felagnum, við upplýsing, fyribyrging og einum miðvísum arbeiði, har tit vísa á tørvin á neyðugari raðfesting av sálarliga økinum, hevur gjørt mun.

Øll røðan hjá landsstýriskvinnuni sæst her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder