Uttanlands

– Ukraina kann gerast Nato-limur uttan hersett øki

Tað heldur fyrrverandi Nato-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen

Anders Fogh Rasmussen var Nato-aðalskrivari frá 2009 til 2014 (Mynd: EPA)

Anders Fogh Rasmussen var Nato-aðalskrivari frá 2009 til 2014 (Mynd: EPA)

2023-11-12 12:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Anders Fogh Rasmussen, fyrrverandi aðalskrivari hjá Nato hevur skotið upp, at Ukraina verður innlimað í verjusamgonguna uttan tey øki, sum eru hersett av Russlandi í løtuni.

Ein lutvís upptøka sendir eina ávaring til Russland um, at russar ikki kunnu forða Ukraina í at gerast partur av Nato, og við at útihýsa tey hersettu økini fer tað at minka um vandan fyri, at stríð verður millum Nato og Russland, sigur hann í samrøðu við The Guardian.

Næsti Nato-toppfundur verður hildin í Washington í juli næsta ár, og sambært Anders Fogh Rasmussen er tíðin komin at taka eina avgerð um ukrainskan Nato-limaskap.

– Tíðin er komin at taka næsta stigið og bjóða Ukraina at gerast limur í Nato, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder