Uttanlands

– Ukraina kann ikki standa á egnum beinum

Sambært ungarska forsætisráðharranum, sum hevur hitt Trump í Florida, fær kríggið í Ukraina ein enda, um USA steðgar við at stuðla tí

– Tað er eyðsæð, at Ukraina ikki kann standa á egnum beinum, sigur Viktor Orbán (Mynd: EPA)

– Tað er eyðsæð, at Ukraina ikki kann standa á egnum beinum, sigur Viktor Orbán (Mynd: EPA)

2024-03-11 16:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Verður Trump afturvaldur til forseta, fer hann ikki at játta eitt oyra til Ukraina.

Tað sigur ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, sum í farnu viku hitti Trump í Florida.

Sannlíkt er, at tað verður Trump, sum verður forsetvalevnið hjá republikanarunum, sum í november skal kapapst við Biden forseta á valinum í november, og Trump hevur áður sagt, at hann fer at enda kríggið millum Russland og Ukraina uppá 24 tímar, verður hann afturvaldur.

Sambært Orbán hevur Trump "eina greiða visión, sum tað er ringt at vera ósamdur við".

Ungarski forsætisráðharrin sigur, at tað er ætlanin hjá Trump at steðga krígnum við at steðga fíggjarliga stuðlinum úr USA.

– Tí fer kríggið at enda, tí tað er eyðsæð, at Ukraina ikki kann standa á egnum beinum. Stuðla amerikanarar ikki við peningi og vápnum, eins og evropearar, fær kríggið ein enda. Og stuðla amerikanarar ikki við peningi, verða evropearar ikki førir fyri at fíggja kríggið. Og so fær kríggið ein enda, sigur Orbán sambært DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder