placeholder
Uttanlands

– Ukrainar fáa ikki Krim-hálvoynna aftur

Umsitingin hjá Donald Trump, sum tekur við 20. januar, fer at leggja dent á at finna eina friðarliga loysn í Ukraina heldur enn at hjálpa ukrainum at fáa hertikin øki aftur frá russum, sigur ráðgevi hjá Trump

Havnabýurin Sevastopol á Krim-hálvoynni (Mynd: Getty Images)

Havnabýurin Sevastopol á Krim-hálvoynni (Mynd: Getty Images)

2024-11-10 17:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Umsitingin hjá komandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, fer at leggja dent á at fáa eina friðarliga loysn í Ukraina heldur enn at hjálpa ukrainum at endurvinna tey øki, sum Russland hevur hertikið undir krígnum.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj skal koma við einari realistiskari friðarætlan og ásanna, at m.a. Krim-hálvoyggin er tapt, sigur Bryan Lanza, ráðgevi hjá Trump við BBC.

– Um Zelenskyj kemur til samráðingarborðið og sigur, at vit vilja bert hava frið, um vit hava Krim, vísir hann, at hann ikki tekur tað í álvara. Krim er farin, sigur Lanza, sum hevur verið ráðgevi hjá Trump síðan forsetavalstríðið í 2016.

Russland hertók Krim-hálvoynna í 2014, men flestu lond viðurkenna ikki Krim sum partur av Russlandi. Zelenskyj hevur eisini fleiri ferðir sagt, at Ukraina ætlar at endurvinna øll øki, sum Russland hevur tikið, harundir Krim.

Undir forsetavalstríðnum í USA hevur Trump m.a. sagt, at tað hevði tikið honum 24 tímar at fáa ein enda á krígnum í Ukraina. Hann hevur tó ikki greitt nærri frá, hvussu hann ætlar at gera hetta. Trump hevur eisini fleiri ferðir funnist at núverandi amerikonsku umsitingini fyri at stuðla Ukraina bæði fíggjarliga og hernaðarliga.

Ráðgevin hjá Trump sigur, at komandi umsitingin hjá Trump ynskir at hava eitt veruligt prát við Zelenskyj um, hvat kann lata seg gera framyvir.

– Tað er ikki ein visión um at vinna, men ein visión um frið, sigur hann.

Í summar legði russiski forsetin, Vladimir Putin fram sínar treytir fyri at enda kríggið í Ukraina. Ukraina skal sleppa ætlanini um at gerast limur í verjusamgonguni Nato og taka øll herfólk síni úr økjunum, sum Russland hevur hertikið.

Russland hevur tikið ræði á Krim umframt 80 prosent av Donbas-økinum, sum umfatar landslutirnir Donetsk og Luhansk, og meira enn 70 prosent av landslutunum Zaporizjzja og Kherson í eystara parti av Ukraina, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder