Uttanlands

– Ukrainsku landslutirnir verða innlimaðir í morgin

Tað upplýsir talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini (Mynd: EPA)

Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini (Mynd: EPA)

2022-09-29 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin er til reiðar at innlima fýra ukrainskar landslutir í Russland.

Sambært Dmitrij Peskov, talsfólki hjá russisku stjórnini, verður hetta gjørt á hátíðarhaldi í morgin, har Putin eisini fer at halda røðu fyri russiska tjóðartinginum og fer at hitta leiðarar í teimum fýra økjunum, sum ætlanin er at innlima í Russland, skrivar DR.

Talan er um landslutirnir Luhansk, Donetsk, Zaporizjzja og Kherson, sum í høvuðsheitum eru á russiskum hondum.

Sambært russum varð tað eitt greitt "ja", tá fólkaatkvøða var í hesum fýra landslutunum, men Ukraina og Vesturheimurin viðurkenna ikki hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder