Slovakiski forsætisráðharrin Robert Fico heldur ikki, at Ukraina eigur at gerast limur í Nato. Tí tað fer at elva til triðja heimsbardaga, sigur hann.
Fico, sum hevur verið ímóti hernaðarstuðul til Ukraina og revsitiltøkum moti Russlandi, sigur eisini, at Ukraina ikki er eitt sjálvstøðugt land men eitt land undir amerikonskum ræði.
Mikudagin hittast slovakiski og ukrainski forsætisráðharrin, Denys Shmyhal í býnum Uzjhorod í vestara parti av ukraina, nærindis markið til Slovakia, og tá ætlar Fico at greiða starvsbróðir sínum frá, at hann fer at niðurleggja Veto ímóti, at Ukraina gerst limur í Nato, skrivar Ritzau.
– Eg fari at vátta, at hann ikki fer at fáa vápn frá slovakiska herinum ella statinum, sigur slovakiski forsætisráðharrin, sum leggur Ukraina undir at vera "eitt tað mest korrupta landið í heiminum".
Forsætisráðharrin í Slovakia, sum bæði er limur í Nato og ES, sigur eisini, at eingin hernaðarlig loysn finst, sum kann fáa ein enda á krígnum millum Russland og Ukraina. Hann heldur, at Ukraina noyðist at geva landøki frá sær.
– Tey noyðast at gera eina neyðsemju, sum verður pínufull fyri báðar partar. Og hvørjum bíða tey eftir? At russar fara úr landinum? Tað er órealistiskt, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald