Stéphane Bancel, forstjóri í heilivágsfyritøkuni Moderna heldur, at koronafarsóttin er yvirstaðin um eitt ár, tá har verður nokk koppingarevni til at koppseta allan heimin.
– Miðskeiðis í komandi árinum eiga vit at hava nóg mikið til at koppseta øll í heiminum, sigur hann, og leggur afturat, at har eisini eigur at vera nóg mikið til eitt triðja prik.
– Tey, sum ikki verða koppsett gerast sjálv mótstøðufør, tí Delta-frábrigdið er so smittandi. Á hendan hátt enda vit í einari støðu, sum líkist støðuni við beinkrími. Antin verður tú koppsettur og fær ein góðan vetur, ella so verður tú ikki og er í vanda fyri at gerast sjúkur og møguliga enda á sjúkrahúsinum, sigur Stephane Bancel sambært Ritzau.
Bancel heldur, at vit um hesa tíð í 2022 eru farin aftur til ein púra vanligan gerandisdag.
Koronakoppingarevnið hjá Moderna verður ikki brúkt í Føroyum, men tað er partur av koppsetingarætlanini í m.a. Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald