Herfyri varð kokain funnið í Hvítu Húsunum, og nú er umráðandi at koma til botns í málinum, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden, sambært talsfólki hansara, Karine Jean-Pierre.
– Vit fara at gera tað, sum er hóskandi og neyðugt, sigur hon sambært Reuters.
Tað var sunnudagin, at Secret Service agentar funnu kokain í vestara parti av húsunum undir einari regluligari kanning. Sambært keldum lá tað í einum skápi, har vitjandi kunnu goyma fartelefonir og aðrar ognarlutir, meðan tey vitja í forsetabústaðnum.
Tað er í hesum partinum av húsunum, at skrivstovan hjá forsetanum og fleiri embætisfólkum er. Hundraðtals fólk, harímillum starvsfólk, gestir, og tíðindafólk ferðast dagliga gjøgnum hendan partin av húsinum. Tað plaga gestir hjá forsetanum tó ikki at gera.
Joe Biden og familja hansara vóru ikki heima í Hvítu Húsunum tann dagin kokainið varð funnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald