Í gjár atkvøddi ein meiriluti í turkiska tjóðartinginum fyri svenskum Nato-limaskapi, og ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán og stjórn hansara hava tikið avgerð um eisini at stuðla svenskum limaskapi í verjusamgonguni.
Í fráboðan á sosiala miðlinum X skrivar Orbán, at stjórnin fer at heita á ungarska tingið um at atkvøða fyri svenskum nato-limaskapi, og hesum váttar Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg eisini á X, eftir at teir báðir hava havt eina telefonsamrøðu í dag.
Svøríki og Finnland søktu um limaskap í Nato í 2022 í kjalarvørrinum á russisku innrásina í Ukraina, og Finnland gjørdist limur í apríl í fjør. Bæði Turkaland og Ungarn hava tó aftrað seg við at góðkenna limaskapin hjá Svøríki.
Á atkvøðugreiðsluni í turkiska tjóðartinginum í gjár atkvøddu 287 fyri svenskum Nato-limaskapi, meðan 35 atkvøddu ímóti. Restin av tjóðartingslimunum valdi ikki at atkvøða, skrivar Ritzau.
Enn manglar turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan at skriva undir fyri at vátta avgerðina hjá tjóðartinginum, og tað væntast hann at gera seinni í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald