Tað at russiski forsetin, Vladimir Putin roynir at hertaka partar av Ukraina er eitt tekin um, at hann er kroystur, sigur amerikanski forsetin, Joe Biden.
Russiski forsetin hevur fleiri ferðir hótt við at brúka kjarnorkuvápn, um russisk øki eru í vanda, og Biden sigur, at USA fer at verja "hvønn tumma" av økinum hjá Nato, og fara USA og teirra sameindu ikki at lata seg intimidera.
– Putin, tú má ikki misskilja, hvat eg sigi. USA er fullkomiliga fyrireikað uppá, saman við okkara sameindu í Nato, at verja hvønn tumma av økinum hjá Nato.
Tá hann tosaði við tíðindafólk í Hvítu húsunum í gjár, nevndi Biden eisini gasslekan á Nord Stream-leiðingini. Hann segði, at talan var greitt um sabotasju. Hann segði tó einki um, hvør USA heldur stendur aftanfyri, men at Russland leggur USA undir at standa aftanfyri tí er lygn, sigur Biden.
– Vit fara saman við okkara sameindu at fáa greiðu á, hvussu hetta heilt nágreiniliga er gingið fyri seg, sigur hann. Ætlanin er at senda kavarar niður fyri at fáa greiðu á hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald