Uttanlands

- USA megnar ikki at knúsa okkum

Handtøkan av Meng Wanzhou var politisk, sigur ein av stovnarunum av Huawei

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-02-19 10:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein av stovnarunum av risastóru kinesisku telefyritøkuni Huawei sigur, at at USA megnar ikki at knúsa felagið. Ren Zhengfei sigur eisini, at talan var um eina politiska handtøku, tá fíggjarstjórin  í felagnum, Meng Wanzhou, varð handtikin í Kanada 1. Desember 2018.

- Um ljósið sløknar í Vesturheiminum, so fara við her eystri framvegis at skína. Amerika umboðar ikki heimin. Sjálvt um teir yvirtala lond um ikki at brúka okkum í einum tíðarskeiði, so kunnu vit altíð laga okkum til umstøðurnar, sigur Ren Zhengfei.

Zhengfei sigur eisini, at Huawei er meiri framkomið enn onnur líknandi feløg, og tí megnar USA ikki at knúsa felagið.

Zhengfei er eisini sera atfinningarsamur um at fíggjarstjórin í Huawei, Meng Wanzhou, varð handtikin í Kanada, tí at USA vil hava hana útflýggjaða, skrivar TV2. Stovnarin kallar handtøkuna fyri ein politiska handtøku. Wanzhou er undir illgruna fyri at hava brotið amerikansku revsitiltøkini móti Iran.

Kanada hevur enn ikki útflýggja Meng Wanzhou til USA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder