Uttanlands

– USA skal ikki blanda seg uppí sambandið millum Kina og Russland

USA átti at hugt nærri at teirra egnu gerðum heldur enn at finnast at øðrum og spjaða falskar upplýsingar, sigur talsfólk hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum – Um Kina stuðlar Russlandi í krígnum, endar tað við einum heimsbardaga, sigur ukrainski forsetin

Wang Wenbin, talsfólk hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum (Mynd: EPA)

Wang Wenbin, talsfólk hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum (Mynd: EPA)

2023-02-20 13:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært amerikanska uttanríkismálaráðharranum, Antony Blinken, umhugsar Kina at selja Russlandi vápn at brúka í krígnum í Ukraina.

Blinken segði í samrøðu við CBS í gjár, at USA hevur gjørt Kina greitt, at ger Kina hetta, fer tað at hava við sær álvarsligan avleiðingar fyri sambandið millum londini.

Hendan útsøgnin fall ikki í góða jørð í Kina.

Wang Wenbin, talsfólk hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum, sigur í dag, at USA ikki skal blanda seg uppí sambandið millum Russland og Kina.

USA er ikki einari støðu, har tey kunnu seta krøv til Kina, og samstarvið millum Russland og Kina er eitt mál millum tvey sjálvstøðug lond, sigur Wang Wenbin.

Hann leggur afturat, at tað er USA og ikki Kina, sum sendir vápn til kríggið, og eigur USA at hyggja nærri at teirra egnu gerðum og gera meira fyri friði heldur enn at finnast at øðrum og spjaða falskar upplýsingar.

Zelenskyj: Kann enda við heimsbardaga

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur í samrøðu við týska blaðið Die Welt, sum Ritzau endurgevur, at hann heldur tað fer at enda við einum heimsbardaga, um Kina fer at stuðla Russlandi.

– Fyri okkum er tað umráðandi, at Kina ikki stuðlar Russlandi í hesum krígnum. Eg vil fegin hava tey á okkara síðu, men beint nú haldi eg ikki, at tað er realistiskt, sigur hann.

Zelenskyj leggur afturat, at Kina kundi gjørt eina pragmatiska meting av, hvørjar avleiðingar tað hevði havt.

– Tí um Kina fer uppí part við Russland, kemur ein heimsbardagi. Tað haldi eg eisini, tey í Kina eru greið yvir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder