Uttanlands

– USA spælir við eld

Norðurkoreanski leiðarin ávarar ímóti at senda vápn til Ukraina

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un (Mynd: EPA)

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un (Mynd: EPA)

2024-09-29 14:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er at spæla við eld, tá USA sendir hernaðarhjálp til Ukraina fyri fleiri milliardir, sigur norðurkoreanski leiðarin Kim Jong-ung.

– USA og Vesturheimurin eiga ikki at undirmeta álvarsligu ávaringarnar frá Russlandi, sigur hann.

Sambært Kim Jong-un er vandi fyri at byrja eitt størri kríggj í Evropa.

– Eru USA og Vesturheimurin før fyri at handfara avleiðingarnar, tá tey á so óforsvarligan hátt spæli við eldin móti Russlandi, sum er kjarnorkuveldi?, spyr hann.

Fyrr í vikuni boðaði amerikanski forsetin, Joe Biden frá, at USA fór at lata ukrainum hernaðarútgerð fyri átta milliardir dollarar, sum svarar til umleið 53,5 milliardir krónur.

Talan er m.a. um rakettir, sum kunnu raka mál, sum eru upp til 130 kilometrar burtur, og at geva ukrainum hesar rekettir er eitt stórt mistak sambært norðurkoreanska leiðaranum, sum seinastu árini hevur arbeitt fyri at styrkja samstarvið við Russland.

Ukraina hevur leingi ynskt at sleppa at brúka langtberandi vápn at raka mál inni í Russlandi, og sambært russiska forsetanum Vladimir Putin hevði vesturheimurin við at loyva Ukraina at brúka langtberandi vápn farið uppí stríðið millum Russland og Ukraina. Um so verður, má Russland taka "hóskandi avgerðir", segði hann fyrr í hesum mánaðinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder