Uttanlands

– USA stuðlar framvegis Ukraina

Sunnudagin fer amerikanski forsetin at tosa við ukrainska forsetan um komandi fundin millum Russland og USA, sum eftir ætlan skal vera í Sveis 10. januar

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

2022-01-01 14:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin fer amerikanski forsetin, Joe Biden at tosa við ukrainska forsetan, Volodimir Zelenskij.

Sambært Hvítu Húsunum er tað støðan við ukrainska markið, har Russland hevur sent túsundatals hermenn, sum skal umrøðast, og fer Biden í hesum sambandi at endurtaka, at USA stuðlar sjálvsræðið hjá Ukraina. Harafturat skulu teir báðir eisini fyrireika seg til fundin, sum eftir ætlan skal vera í Geneve í Sveis, har spenta støðan millum Russland og Ukraina verður evnið.

Tað eru fáir dagar síðani, at Joe Biden var á telefonfundi við russiska forsetan, Vladimir Putin. Tað var aðru ferð í desember, at amerikanski og russiski forsetin høvdu fund.

Telefonsamrøðan teirra millum vardi 50 minuttir, og á fundinum hótti Biden millum annað Russland við revsitiltøkum, og til hetta svaraði Putin, sambært Ritzau, at tað hevði verið eitt stórt mistak at sett revsitiltøk í verk, og er tað slíkt, sum kann slíta sambandið millum londini.

Seinastu mánaðirnar hevur vesturheimurin lagt russarar undir at fyrireika eina innrás í Ukraina, eftir at Russland. hevur sett upp móti 100.000 hermenn við markið millum londini.

Russland hevur víst hesum aftur. Hermenninir eru ein verja móti vesturheiminum, serliga Nato, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder