Uttanlands

- Vaksinan virkar móti nýggju mutasjónini

Stovnarin av týsku heilivágsfyritøkuni, BioNTech, metir at teirra koppseting eisini virkar móti bretsku mutasjónini. Tað er tó ikki endaliga staðfest enn

Ugur Sahin, stovnari av BioNTech heilivágsfyritøkuni

Ugur Sahin, stovnari av BioNTech heilivágsfyritøkuni

2020-12-22 10:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað eru stór sannlíkindi fyri, at koppsetingin móti korona eisini virkar móti muteraða virusinum, sum er uppstaðið í Bretlandi, men vit mugu gera fleiri royndir.

Soleiðis sigur Ugur Sahin frá týsku heilivágsfyritøkuni BioNTech í dag. BioNTech hevur, saman við Pfizer, bent vaksinuna, sum starvsfólk innan føroyska heilsuverkið og eldrarøktina fáa í boði eftir jól.

 Nógv bendir á, at nýggja slagi av koronavirus er nógv meira smittandi, enn virusið, vit higartil hava kent. Í hesum døgum royna serfrøðingar at finna útav hvussu smittandi hetta virusið er, skrivar nrk.no.

Tí er vandi fyri, at hetta slagið av virus kann gerast tað mest vanliga innan stutta tíð. Enn eru bert fáir tilburðir av virusinum funnir í Avstralia, Niðurlondum, Belgia og Danmark. Umframt í Bretlandi.

Nýggja virusið er nógv øðrvísi enn tað higartil kenda. Vanliga kunnu granskarar staðfesta, at eitt slag av virus er beinleiðis í ætt við eitt annað virus. Tey kunnu so at siga lýsa familjuna hjá virusinum í fleiri ættarlið. Men ikki við hesum nýggja slagnum.

Hóast hetta, so eru framleiðararnir av vaksinuni, ið higartil er góðkend, rættiliga vísir í, at teirra vaksina hjálpir móti hesum slagnum av virus eisini.

- Tað góða við nýggju tøknini er, at vit eisini kunnu tillaga vaksinuna til nýggj muterað virus innan seks vikur, sigur Sahin, sum er stovnari av týsku heilivágsfyritøkuni BioNTech.

Vaksinan hjá Pfizer-BioNTech varð í gjárkvøldið formliga góðkend til brúk í øllum ES-londum, og harvið eisini í Føroyum umframt londunum í EBS-samstarvinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder