Uttanlands

- Vandin fyri kjarnorkukríggj størri enn í áratíggju

Fyrrverandi aðalskrivari hjá ST metir at øll kjarnorkuveldi eiga at avvápnað fyri at sleppa undan kjarnorkukríggi

Ban Ki-moon (Mynd: Ritzau)

Ban Ki-moon (Mynd: Ritzau)

2019-06-13 11:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ban Ki-moon, fyrrverandi aðalskrivari hjá Sameindu Tjóðum, sigur at vandi fyri kjarnorkukríggi er størri enn hann hevur verið í fleiri áratíggju.

Ki-moon metir at tað er alneyðugt at øll heimsins kjarnorkuveldi taka avvápnan í álvara, um heimurin skal sleppa undan einum kjarnorkukríggi.

Fyrrverandi aðalskrivarin segði millum annað, at manglandi framgongdin hjá USA, Russlandi, Kina, Stórabretlandi og Fraklandi at avvápna er við til at máa undir altjóða avtaluni um forðing fyri útbreiðslu av kjarnorkuvápnum frá 1970.

- Tað er nú at hesi londini eiga at síggja álvaran avvápnan, um tey ynskja at forða fyri útbreiðsluni av kjarnorkuvápnum, sigur Ban Ki-moon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder