Innanlands

– Vandin fyri stórari dátuflutningskreppu er lítil

Erling Eidesgaard, tingmaður vildi hava at vita frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, hvørjar avleiðingarnar verða fyri m.a. føroysku bankarnar, um okkara sjóvegis kaðalsambond til útheimin slitna, eitt nú orsakað av yvirgangi

Høgni Hoydal, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Høgni Hoydal, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-05-15 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vandin fyri stórari dátuflutningskreppu, um sjóvegis kaðalsambond til útheimin slitna, er lítil.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, í svari til fyrispurning hjá Erlingi Eidesgaard, tingmanni.

Erling Eidesgaard vildi hava at vita frá landsstýrismanninum, hvørjar avleiðingarnar verða fyri føroysku bankarnar, fyri peningaflytingar og handil í Føroyum við gjaldskortum, um okkara sjóvegis kaðalsambond til útheimin slitna, eitt nú orsakað av yvirgangi.

– Skuldi tað hent, at kaðalsambandið til útheimin slitnar, er bert fylgisveinasambandið at dúva upp á. Peningaflytingar hava sera stóran samfelagsligan týdning, men dáturnar fylla lutfalsliga lítið, og eru bert ein lítil partur av dátustreyminum, sum verður fluttur til og úr Føroyum, sigur Høgni Hoydal.

– Í eini kreppustøðu ber til at raðfesta dátuflutningin og eisini at raðfesta ímillum ymisk sløg av peningaflytingum, so at týdningarmestu peningaflytingarnar fáa hægstu raðfesting. Fylgisveinasambandið skal tí vera nóg gott til at tryggja, at mest týðandi dáturnar kunnu verða fluttar, hóast mest sum alt sambandið verður kvett.

Sum er, ber til at flyta mest neyðugu dátur umvegis fylgisvein, sigur Høgni Hoydal, og fylgisveinasambandið verður í hesum døgum gjørt enn betri, og tí er vandin fyri stórari dátuflutningskreppu lítil og minkandi.

– Landsstýrið arbeiðir nágreiniliga við at styrkja nettrygdina og at gera skipanir fyri at styrkja tilbúgving og skipanir, ið kunnu tryggja netsamskiftið hjá føroyingum bæði innanhýsis og í sambandinum út í heim.

Dáturnar áttu at verið í Føroyum

Eisini spurdi Erling Eidesgaard, um landsstýrismaðurin metir, at tað er ráðiligt, at so kritiskur infrastrukturur sum bankaskipan og gjaldsskipanir, login-og lyklaskipanir, ið verða brúktar túsundatals ferðir um dagin, liggja í einum fremmandum landi, ið vit brádliga kunnu verða avskorin frá í langa tíð.

Til hetta svaraði landsstýrismaðurin, at tað er trupult at meta um avleiðingarnar, skuldi tað ringasta hent, at alt sambandið varð kvett og allar dáturnar vóru í útlandinum, men tí heldur hann eisini, at peningastovnsskipanirnar og -dáturnar allar áttu at verið í Føroyum.

Eisini vildi tingmaðurin hava at vita, hvørjar fíggjarligu avleiðingarnar eru av at flyta skipanirnar heim, hvussu nógv føroysk kt-størv ein heimtøka hevði givið, og um nakrar ætlanir eru um at  áleggja føroysku peningastovnunum at flyta hesar skipanir heim.

Høgni Hoydal sigur, at tað sambært honum var eitt ómetaliga stórt bakkast fyr føroysku kt-vinnuna og føroyska samfelagið sum heild, tá tá føroysku peningastovnsskipanirnar vórðu fluttar av landinum frá 2004 og fram til 2010.

– Í hesum árunum, sum eru liðin síðani, kundi Elektron, saman við øðrum føroyskum og útlendskum veitarum, havt ment egnar skipanir víðari og ment nýggjar skipanir og nýggjar KT-úrdráttir til gagns fyri føroyska brúkaran, fyritøkurnar her á landi og tað almenna. Eg ivist onga løtu í, at við føroysku KT-fyritøkunum á odda, høvdu hesar skipanir, mentar og riknar í Føroyum, verið á hædd við, um ikki betri, enn tær skipanir, sum peningastovnarnir brúka í dag.

Trupult og kostnaðarmikið

Men skulu skipanirnar flytast heim til Føroya, verður tað trupult og kostnaðarmikið, sigur Høgni Hoydal.

– Bara tað at siga sáttmálar upp við SDC varð í 2016 mett at kosta uml. 220 mió. kr. Harafturat kemur so kostnaðurin av at menna og reka nýggjar KT-skipanir.

– Í 2016 læt táverandi landsstýri gera eina forkanning av einari møguligari heimtøku av peningastovnsskipanunum. Tá var niðurstøðan, at ein heimtøka av hesum skipanum kundi gerast við fyrimuni, bæði fyri peningastovnarnar og fyri føroyska samfelagið sum heild. Talan var um eina forkanning og Felagið Peningastovnar var ikki samt í niðurstøðunum í kanningini, sigur hann.

– Ein heimtøka hevði økt munandi um virksemið í føroysku KT-vinnuni og nógv nýggj KT-arbeiðspláss høvdu komið í kjalarvørrinum av slíkari heimtøku. Ógjørligt er at meta neyvt um, hvussu nógv arbeiðspláss talan hevði verið um.

Høgni Hoydal heldur, at kanningin frá 2016 eigur at verða fylgd upp, og ætlar hann sær at taka stig til hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder