Veðurlagsbroytingar kunnu vera góðar fyri ferðavinnuna, sigur Kyriakos Mitsotakis, forsætisráðharri í Grikkalandi, sum í summar hevur verið rakt av umfatandi skógareldum.
– Vit fara altíð at hava fólk, sum vilja sleppa til Grikkalands um summarið, men Grikkaland er eitt frálíkt land at ferðast til uttanfyri hesa tíðina eisini, sigur hann í samrøðu við Bloomberg.
Mitsotakis leggur afturat, at veðurlagsbroytingar óansæð hvat eru veruleiki, og eigur mann fyrst og fremst at royna at tillaga seg.
Skógareldar eru ikki ein óvanlig sjón um summarið í Grikkalandi, men broytingarnar í veðurlagnum hava gjørt teir verri, sambært granskarum.
Í summar hava skógareldar í Grikkalandi kravt í minsta lagi 20 mannalív, og vórðu fleiri enn 30.000 fólk flutt burtur. Serliga oyggin Rhodos, sum er eitt vælumtókt ferðamál hevur verið hart rakt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald