Innanlands

- Veljarin hevur vrakað samgonguna

Hetta sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, undan fundinum um samgongumøguleikar, ið andstøðuflokkarnar fara at hava klokkan 13

Jørgen Niclasen, her í viðtalu við Portalin valkvøldið. Sambært honum vóru nógv ting, ið spældu inn í samband við sera góða valúrsltiið hjá flokki hansara leygardagin

Jørgen Niclasen, her í viðtalu við Portalin valkvøldið. Sambært honum vóru nógv ting, ið spældu inn í samband við sera góða valúrsltiið hjá flokki hansara leygardagin

2019-09-02 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga fyrrpartin hittast teir fýra flokkarnar, ið hava sitið í andstøðu seinastu fýra árini. Málið er at tosa um møguleikar fyri at skapa eina nýggja samgongu.

Les eisini: 
Fundur um samgongumøguleikar

Beint eftir formansumfarið í sjónvarpinum leygarkvøldið, stungu formenninir í Fòlkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Sjálvstýri og Miðflokkinum høvdini saman, og avtalaðu at hittast fyri kanna møguleikarnar. Hesir flokkarnir fingu 18 útav teimum 33 tingsessunum á valinum.

[object Object]
(Til formansumfari og í viðtalu við Portalin gjørdu bæði Jørgen Niclasen og Bárður á Steig Nielsen greitt, at Aksel V. Johannesen eigur at leggja frá sær eftir úrsliti á valinum)

Í gjár var fundur millum flokkarnar, og aftur í dag hittast teir. Tá vit fingu fatur á Jørgen Niclasen fyri løtu síðani, kundi formaðurin í Fólkaflokkinum ikki siga so nógv ítøkiligt um samráðingarnar, men vísti aftur á, at veljarin hevði talað: 

- Tað er yvirornað um møguleikan at skipa eina samgongu millum hesar fýra flokkarnar, sum jú fingu meirilutan. Veljarin hevur givið andstøðuni meirilutan, og hann hevur kasserað samgonguna

[object Object]
(Bárður á Steig Nielsen hevur tosað við Aksel V. Johannesen, Høgna Hoydal og Poul Michelsen, men sum nú er, eru ongar ætlanir hjá hesum flokkunum at hittast - Mynd: Sverri Egholm) 

Aksel V. Johannesen hevur framvegis samráðingarleiðsluna, nú næstan 36 tímar eftir, at valúrslitini vórðu greið. Hann hevur gjørt greitt fleiri ferðir, at hansara flokkur ikki vil samstarvað við Fòlkaflokkin. Javnaðarflokkurin vil tó framvegis royna at skipa samgongu, og har er Sambandsflokkurin lykilin. Bárður á Steig Nielsen var greiður valkvøldið, men hann hevur annars ikki avvíst samstarv við Javnaðarflokkin, og formaðurin í Sambandsflokkinum, ið fekk sjey tingsessir, hevur tosað við formenninar í øllum samgonguflokkunum síðani valið.


Sí eisini: - Bárður: Aksel átti at lagt frá sær

Tað tykist tó mest sannlíkt, at Sambandsflokkurin fer at skipa samgongu saman við hinum andstøðuflokkunum. 

- Í politikki er tað ongantíð nakað, ið er vist. Vit kunnu bara nú fyrihalda okkum til, hvat veljararnir hava avgjørt, sigur Jørgen Niclasen við Portalin.
.
Tá vit tosaðu við formann Fólkafloksins leygarkvøldið var hann ovurfegin.
Fólkaflokkurin fekk yvir 24 prosent av atkvøðunum, og tað var ein framgongd á 4,3 prosent. Átta tinglimir eru tveir fleiri enn seinastu tingsetu. Nú, tveir dagar eftir valið sigur Jørgen Niclassen soleiðis, um tað sum hann lýsir sum bestu valkampagnu, ið hann hevur uppliva persónliga: 
 
- Tað eru fleiri ting, ið spældu inn og sum gjørdi, at vit fingu eitt so gott væl. Vit hava verið sera greið sum flokkur, meðan vit vóru í anstøðu og í valstríðnum, og vit høvdu ein sera sterkan list. Vit vóru heldur stúrin fyri, hvat hendi í Havn, men eg má siga, at Havnar Framburðsfelag, lokala felagið í Havn, hevur seinastu árini gjørt eitt megnar arbeiði - Millum annað við at halda fleiri vælvitjaðar valfundir seinastu tvey áriini. Hendan framúr góða valkampagnan gjørdi, at vit fingu besta valið síðani 1950.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder