Sambært fyrrverandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, verður tað helst endin á fólkaræðinum í USA, um hann ikki verður afturvaldur á forsetavalinum í november.
Tað segði hann á veljarafundi í býnum Dayton í statinum Ohio leygardagin, har hann endurtók uppáhaldið um, at valsvik var orsøkin til, at hann tapti valið í 2020.
– Vinna vit ikki hetta valið, haldi eg ikki, at har verða fleiri val í hesum landinum, segði 77 ára gamli Trump. Hann ávaraði eisini um "eitt blóðbað fyri alt landið", um hann ikki verður afturvaldur, tá hann tosaði um hóttanir móti amerikanska bilídnaðinum.
Í statinum Georgia er Trump ákærdur fyri at hava roynt at ógilda úrslitið av valinum í 2020, og í vikuni tryggjaði hann sær neyðuga talið á valfólkum, sum skal til fyri at gerast forsetavalevni hjá Republikanarunum.
Á veljarafundinum nýtti Trump eisini enn einaferð høvið at finnast at sitandi forsetanum, Joe Biden, sum sambært honum er tann vánaligasti forsetin, skrivar Ritzau.
Dagførd 18. mars kl. 14.05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald