Í kvøld byrjar sætta umfarið av TV2-sendingini Nybyggerne.
Í sendingini skulu fýra pør uppá tveir mánaðir innrætta eini hús, og vinnandi parið vinnur húsini, sum tey hava innrættað. Tilsamans eru níggju partar, og í hvørjum parti skulu pørini innrætta eitt ella fleiri rúm.
Millum pørini, sum eru við í ársins umfar av Nybyggerne eru Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen úr Havn.
Fyrsti partur av Nybyggerne verður sendur á TV2 og TV2 Play klokkan 19, og verður hann eisini vístur í Kringvarpinum klokkan 19.25.
(Mynd: André Blinkilde / TV 2)
Fyri tveimum vikum síðani skipaði TV2 fyri frumsýning, har Sunnvá Dahl Rasmussen luttók, og hevur hon sostatt longu sæð tveir teir fyrstu partarnar.
Tað sum Sunnvá helt vera serliga spennandi var at síggja, hvussu tað gekk hjá hinm pørunum, tí tað var ikki nakað, sum tey høvdu tíð at fylgja við í, tá tey sjálvi vóru í gongd, sigur hon við Portalin.
– Tað var øgiliga løgið at síggja megsjálva. Eg var faktiskt nokkso illa fyri allan dagin, tí eg var so nervøs, men aftaná eg hevði sæð fyrstu partarnar, fekk eg tað nógv betri, sigur hon.
Sunnvá og Martin fara eisini at fylgja við í kvøld, tá fyrsti partur verður vístur í sjónvarpinum, men tey verða ikki einsamøll.
– Vit hava bjóðað vinfólk heim til okkum at hyggja, so vit fara at vera nógv. Vit hava einki avdúkað fyri teimum frammanundan, tí vit hava tagnarskyldu. Tað verður rættiliga spennandi at vita, hvat hini fara at halda um okkum, sigur Sunnvá.
Eitt, sum fólk kunnu gleða seg til at síggja er, hvussu ymiskt pørini hava innrættað tað sama rúmið.
– Øll rúmini eru jú líka, men kortini fáa vit gjørt so nógv ymiskt burturúr teimum, sigur Sunnvá, sum greiðir frá, at hon og Martin m.a. hava leitað sær íblástur úr tí føroyska.
– Vit royna at taka eitt sindur av Føroyum við í innrættingina. Vit hugsa nógv um okkara val av materialum, og hava tikið eitt sindur av náttúruni við. Tað er ikki soleiðis at har hanga Føroyakort allastaðni, tað er meira sovorið við plantum og seyðaskinni, og vit hava eisini onkra føroyska list við.
(Mynd: André Blinkilde / TV 2)
Ein av orsøkunum til, at Sunnvá og Martin meldaðu seg til, tá TV2 søkti eftir nýggjum luttakarum til Nybyggerne var, at tey bæði elska sonevndar gør-det-selv verkætlanir. Tey høvdu ongar professionellar royndir frammanundan, men tey hava gjørt ymiskt sjálvi til íbúðina í Keypmannahavn.
– Vit hava heilt sikkurt fingið blóð uppá tonnina til at fara í holt við fleiri gør-det-selv verkætlanir, men beint nú búgva vit í einari lítlari íbúð, so har er ikki so nógv, sum vit kunnu gera, sigur Sunnvá.
– Vit føla, at vit hava lært øgiliga nógv, og vit hava eisini funnið útav hvussu nógv mann faktiskt kann gera sjálvur. Tað er ikki neyðugt at fáa hjálp til alt. Um mann roynir at lesa seg eitt sindur fram, plagar tað at ganga nøkunlunda, sigur hon.
Sunnvá Dahl Rasmussen fer komandi vikurnar at blogga á Hús og Heim. Fyrsta greinin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald