
Aftaná valið fyri fýra árum síðani tók Annika Olsen og Fólkaflokkurin í Havn øll á bóli, og skipaði samgongu við Tjóðveldi og Framsókn, og gjørdist borgarstjóri í landsins størstu kommunu.
Nú - fýra ár seinni - takkar hon fyri seg á Vaglinum. Heðin Mortensen tekur á nýggjárinum við aftur sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
- Tað er við sorgblíðni, eyðmjúkleika og takksemi og alt har imillum, at eg takki fyri meg á Vaglinum á minum síðsta arbeiðsdegi, áðrenn farið verður i jólafrí. Eg eri takksom og glað fyri alt tað, vit fingu igjøgnum hesi árini, skrivar Annika Olsen í Facebookfráboðan í kvøld.
- Tað er við sorgblídni eg sigi farvæl við tey deiligu menniskjuni á Vaglinum, sum mær untist at arbeiða so tætt saman við. Takk fyri tykkara vala arbeiði hvønn dag. I dag var min síðsti dagur á Vaglinum, og eg haldi at okkara høvuðsstaður er i dag enn sterkari, ríkari og meiri spennandi enn nakrantið.
- Ein høvuðsstaður, ið er skuldarfríur og við nógvum nýggjum nýbyggingum, ið peika inn i framtiðina, skrivar Annika Olsen millum annað, og endar:
- Takk fyri meg, og takk fyri hesa ferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald