Innanlands

– Vilja fegin hoyra frá vitnum

Løgreglan leitar eftir vitnum til tvey harðskapsmál – Tað fyrra var uttanfyri Sentrum í Havn leygarmorgunin, og tað seinna var uttanfyri Molly's í Klaksvík sunnumorgunin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-15 08:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan leitar eftir vitnum til tvey harðskapsmál, sum hava verið um vikuskiftið.

Tann fyrra hendingin var uttanfyri pitsastaðið Sentrum í Sverrisgøtu í miðbýnum í Havn millum klokkan 4.30 og 4.45 leygarmorgunin. Har varð ein persónur fyri harðskapi. Órættaði fekk onkrar skaðar og fór á sjúkrahúsið til kanningar.

Tveir persónar vórðu handtiknir stutt eftir hendingina, og leygardagin vórðu teir grundlógaravhoyrdir og síðani varðhaldsfongslaðir. Ein fekk níggju dagar, og hin fýra vikur.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at ein triði persónur er skuldsettur í málinum, og møguliga verður ein skuldsettur afturat. Ein er skuldsettur fyri grovan harðskap.

Seinna hendingin var í Klaksvík uttanfyri skeinkistaðið Molly’s sunnumorgunin millum klokkan 4.00 og 4.30. Málið snýr seg um bæði harðskap og hóttanir. Ein persónur fekk skaða og fór á sjúkrahúsið til kanningar. Gerningsmaðurin varð handtikin og síðani leyslatin aftur.

Fyri at fáa greiðu á, júst hvat er hent, heitir løgreglan á fólk, sum hava sæð okkurt í sambandi við hendingarnar, um at seta seg í samband við tey. Ringjast kann til løgregluna á tlf. 351448 ella 114.

Rætting kl. 12.59: Fyrr í dag varð upplýst, at eingin varð tikin í sambandi við málið í Klaksvík, men løgreglan er síðani komin við einari rættleiðing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder