Innanlands

- Virdu mannarættindi hægri enn tað haftið tey í samgonguni vóru bundin av

- Lat tað vera okkum ein lærupeningur, at man aldrin aftur kann læsa fólk fast í einari líknandi støðu, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen

Eyðdis Hartmann Niclasen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Eyðdis Hartmann Niclasen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-13 22:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tvey av okkara samgongu tingfólkum, Johan Dahl úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, virdi mannarættindi hægri enn tað haftið, sum tey í samgonguni vóru bundin við. 

Soleiðis skrivar nummar ellivu á sambandslistanum á Facebook í kvøld. Hevði Helgi Abrahamsen farið í farloyvi frá løgtinginum, tá hann sum varamaður tók sæti á Fólkatingi, hevði Eyðdis Hartmann Niclasen komið inn sum varafólk í løgtinginum.

Hetta valdi man ikki at gera, tí Eyðdis Hartmann Niclasen hevði atkvøtt fyri uppskotinum um sammóður, sum var til aðru viðgerð í dag. 

Tað bleiv kortini samtykt við 17 fyri og 16 ímóti. Johan Dahl í Sambandsflokkinum hevur verið púra greiður frá byrjan um, at hann fór at atkvøða fyri, men Annika Olsen í Fólkaflokkinum tók øll á bóli, og atkvøddi fyri uppskotinum. Hetta hóast samgonguflokkarnir í samgonguskjalinum binda seg til at atkvøða samlað tá andstøðuppskot eru til viðgerðar.

[object Object]Eyðdis Hartmann Niclasen fekk 210 atkvøður á Løgtingsvalinum í 2019. Hon er nummar ellivu á listanum hjá Sambandsflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)

- Lat tað vera okkum ein lærupeningur, at man aldrin aftur kann læsa fólk fast í einari líknandi støðu, har man sum samgongutingfólk skal kenna seg noyddan at vera við til at diskriminera onkran bólk í okkara samfelag, fyri at varðveita eina samgongu.

Hví skal man virða demokratiið so lítið, at man fer at hótta eina samgongu, í staðin fyri heldur at virða, at “fólkið” hevur talað. Eg havi ringt við at síggja, hvussu vit sum eitt fólk skulu trívast saman framyvir, um ikki vit kenna okkum vard av demokratiinum, skrivar Eyðdis Hartmann Niclasen.

Les eisini: Løgmaður bjartskygdur um eina loysn

Les eisini: Annika royndi til tað síðsta at finna eina loysn

Les eisini: Fólkaflokkurin skelkaður

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder