
Tórshavnar kommuna heitir enn einaferð á øll, sum brúka Bussleiðina í kommununi, um altíð at brúka masku.
Sum er verður trokað nógv, serliga tá farið verður í og úr bussunum við skúlarnar. Tí ein serlig heilsan til bæði foreldur og skúlaleiðslur, um at fáa boðskapin út til næmingarnar, um at brúka masku og at vísa fyrilit, tá farið verður í bussarnar, skrivar kommunan á heimasíðuna.
Kommunan ger í hesum sambandi enn einaferð vart við, at bussførararnir hava heimild at nokta teimum atgongd, sum ikki brúka masku.
– Smittutrýstið í Danmark og í øðrum grannalondum okkara er sera stórt í løtuni. Smittutrýstið her í Føroyum er eisini rættiliga stórt, og óttast verður nú fyri, at tann enska útgávan av koronu, sum smittar skjótari og lættari, eisini kann fáa fastatøkur í Føroyum.
– Øll smitta, sum er staðfest í Føroyum í seinastuni, sum ikki er úr kendum smittuketum, er komin beinleiðis uttanlands til Føroya. Alt okkara samband við útheimin gongur gjøgnum Danmark.
Tórshavnar kommuna heitir á øll um í mestan mun at vísa fyrilit á øllum ellis- og røktarsstovnum, dagsstovnum, skúlum og við Bussleiðini.
– Takið øll neyðug fyrilit við frástøðu, spritting og brúk av masku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald