Innanlands

- Vistu ikki at vit vóru í lívsvanda

Øll tilbúgvingin var sett í verk, men Turið Hátún Madsen, sum saman við einum starvsfelaga á Jarðfeingi, var inni í tunlinum tá eldur kyknaði í einum ljósmotori, visti av ongum

(Mynd: Rodmund á Kelduni / Jn.fo)

(Mynd: Rodmund á Kelduni / Jn.fo)

2021-05-14 19:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Meðan allar Føroyar hildu ondini og vónaði tað besta fyri tey bæði fólkini, sum vóru inni í Sandoyartunlinum, tá tað í morgun kom eldur í ein ljósmotor, vistu hesi fólkini ikki av nøkrum.

Tey vistu satt at siga ikki, at tey vóru í lívsvanda.

Turið Hátún Madsen var ein av teimum báðum persónunum. Hon greiddi í útvarpinum í kvøld frá, hvussu hon og starvsfelagin á Jarðfeingi høvdu upplivað hendingina.

- Vit plaga at fara inn í tunnilin umleið triðja hvønn mánað og hyggja eftir jarðfrøðini. Hetta var ein reglulig vitjan.

- Vit vistu faktiskt av ongum. Vit gjørdu okkara arbeiði og høvdu tað gott. Ikki fyrr enn at vit vóru liðug við arbeiðið hjá okkkum og vit byrjaðu at ganga út kom roykur á okkum. Tað var eitt sindur óbehagiligt tá.

- Ein bilur kom koyrandi ímóti okkum og eg velji at tumla, tí eg vil gjarna út. Men tað vísti seg, at hetta var ein sløkkiliðsbilur, sum var komin eftir okkum.

- Har sótu roykkavarar í fullari “mundering”, og vit fingu masku á høvdið. Tá vit koma út úr tunlinum stóðu 50 fólk uttanfyri. Stjórin hjá mær, og stjórin í Eysturoyartunlinum. Ikki fyrr enn tá funnu vit útav tí, at vit kundu havt verið í lívsvanda.

Turið og starvsfelagin vórðu flogin á sjúkrahúsið, har tey eru kannað. Vit hava tað gott, men skulu ansa eftir næstu dagarnar, um okkurt er.

- Vit hava slett ikki vitað av øllum uppstandilsinum ella eldinum. Vit hava bara verið í tunlinum og gjørt okkara arbeiði, segði Turið Hátún Madsen við útvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder