Uttanlands

- Vit eru á veg ímóti einum sigri

Joe Biden segði í stuttari røðu fyri løtu síðani, at hann væntaði at vinna í Pennsylvania, Wisconsin og Michigan, sum fara at verða avgerandi. Trump tweetar, at demokratarnir royna at "stjala" valið

2020-11-04 06:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er kríggið um "søguna" og kríggið við orðum um støðuna av álvara byrjað. Hetta meta viðmerkjarar, eftir at Joe Biden hevur tosað stutt til tjóðina, og at Donald Trump hevði sent tvey tweets út.

Í Chase Center í Wilmington, Delaware, ið er heimstaðurin hjá 77-ára gamla Biden, tosaði demokratiska valevnið til nakrar stuðlar til amerikanarar sum heild, har hann millum annað gjørdi hetta greitt: 

- Tað eru ikki eg ella Donald Trump, ið skulu staðfest hvør hevur vunnið hetta valið. Tað eru veljararnir og teirra atkvøður 

[object Object]
Ein Trump-fjeppari hyggur eftir røðini hjá Biden (Mynd: EPA) 

Hóast Joe Biden ikki er á veg ímóti einum tryggum sigri, ið væntað varð í veljarakanningunum og av viðmerkjarum, so segði hann, at tey hava tað gott við, hvar man er, og at hann metir, at hann er á veg ímóti einum sigri í hesum valinum.

Til sínar stuðlar segði Biden, at tey skuldu halda fast í vónini, tí "vit vinna hetta", og hann takkaði fyri tolsemi hjá teimum. Síðani segði fyrrverandi varaforsetin, at hann gleddist um støðuna í Arizona, ið Biden er í gongd við at vinna, og at hann væntaði sigur í teimum avgerandi statunum: 

- Vit kenna okkum trygg í Arizona, og tað er eitt vendipunkt. Eg vænti eisini, at vit vinna Pennsylvania - eg havi tosað við nógv fólk har, ið hava eina góða kenslu. So havi eg eisini góðar vónir til Michigan og Wisconsin

Joe Biden, ið var á pallinum saman við konuni Jill Biden, endaði við at biða um tol, og hann segði: - Vit síggjast í morgin

Trump: - Tey royna at stjala hetta valið

Beint sum Biden var farin á pallin í Delaware, legði Donald Trump hetta út á Twitter:  

- Vit eru LANGT frammanfyri, men tey royna at stjala hetta valið. Vit fara ongantíð at lata tey gera tað. Atkvøður kunnu ikki verða greiddar, eftira at valstøðini eru stongd!

Harvið roynir forsetin at vísa á, at svik kann verða partur av tí. Hetta hevur fingið Twitter at "flagga" postin við boðunum um, at hetta kann vera villeiðandi í mun til hvussu ein fyriheldur seg til eitt demokratiskt val. 

Donald Trump hevur eisini gjørt greitt á Twitter, at at ein stórsigur er á veg, og at hann skjótt fer at gera nakað heilt greitt.





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder