– Í dag eru vit einsamøll um at verja okkara land.
Soleiðis sigur ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij í dag. Hann heitir á eysturevropeisk Nato-lond um hjálp við at verja landið.
– Vit hava brúk fyri einari antikrígssamgongu, sum kann noyða Russland til samráðingarborðið, sigur hann sambært Ritzau.
Ukrainski forsetin leggur afturat, at tey revsitiltøkini, sum vórðu sett í verk hósdagin ikki eru nóg mikið, og heitir hann á Russland um at fáa eina vápnahvíld.
– Fyrr ella seinni má Russland tosa við okkum um, hvussu vit fáa sett ein enda á stríðsstigini og steðgað hesari innrásini. Tess fyrr samráðingar fara í gongd, tess færri verða tapini hjá Russlandi, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald