Uttanlands

- Vit eru hótt og noyðast at gera okkurt við tað

Svenski veðurlagsaktivisturin, Greta Thunberg, helt røðu framanfyri 30.000 áskoðarum í Keypmannahavn í gjár

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-05-26 15:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Tað er eldur í húsum okkara, og vit skulu uppføra okkum, sum eru vit í lívsvanda, tí tað eru vit.

Tað segði svenski veðurlagsaktivisturin Greta Thunberg, tá hon helt røðu uttanfyri Christiansborg framanfyri 30.000 fólkum í gjár.

Um alt Danmark var skipað fyri veðurlagskravgongum. Ymisk tiltøk vóru í bæði Keypmannahavn, Aarhus, Odense, Roskilde, Aalborg og fleiri øðrum býum.

Sambært TV2 er tað ein lítil bólkur av donskum borgarum, sum standa aftanfyri kravgongunum.

Fyriskipararnir væntaðu eitt luttøkutal á tilsamans 40.000 umleið, og í bæði Keypmannahavn og Aarhus luttóku fleiri túsund fólk.

Løgreglan í danska høvuðsstaðnum upplýsir fyri DR, at gott 30.000 fólk luttóku bara í Keypmannahavn, og harímillum vóru eisini valevni hjá fleiri av teimum flokkunum, sum stilla upp til fólkatingsvalið og ES-valið.

Í røðu sínari, sum var gott tíggju minuttir lang, heitti Greta Thunberg á danir um at hugsa um veðurlagið, tá tey skuldu seta krossin bæði til ES-valið og komandi fólkatingsvalið.

- Tað, sum verður gjørt í ES hevur stóra ávirkan á jørð okkara. Vit eru hótt og noyðast at gera okkurt við tað, segði hon.

- Eg beri bara boðini frá granskarunum víðari, og tað er tað, sum teir siga. Tað kann tykjast ógvusligt, men tað er tað, sum teir siga.

- Haldið fram at stríðast og gevið ongantíð upp, legði hon afturat.

Fleiri onnur bóru eisini fram røðu til tiltakið, men tað var tó 16 ára gamli veðurlagsaktivisturin úr Svøríki, sum var høvuðsnavnið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder