- Um man verliga hyggur eftir øllum, sum mín svenski starvsfelagi sigur, so staðfestir hann, at hetta ikki er ein krígstíð her um leiðir - men man kann heldur ikki siga, at tað er friðartíð. Hesum eri eg samd í.
Mette Frederiksen eigur orðini. Hon varð fyrr í dag, í sambandi við toppfund hjá NATO-londum í Helsinki, spurd um útsagnirna hjá Ulf Kristersson mánadagin. Tà staðfesti svenski forsætisráðharrin, at Svøríki ikki er í kríggi, men at tað heldur ikki er friður í økinum.
Danska forætisráðharrin kennir seg aftur í hesari útsøgnini. Hon sigur við danska TV2, at man skal taka alla útsøgnina hjá Ulf Kristersson: Tað er IKKI kríggj her - men tað er heldur ikki friður.
Orsøkin er, sum svenski forsætisráðharrin eisini peikaði á, "ov nógv virksemi í Eystarasalti".
Her vísir Mette Frederiksen millum annað á, at alt bendir á, at russar liggja framvið og royna at órógva - millum annað kaðalar og skuggaflotar. Tað var júst vegna støðuna í Eystarasalti, at NATO-londini við tilknýti til øki hittust í Helsinki. Ætlanin er, at NATO í størri mun kemur inn á øki.
Sí eisini: NATO-land: Eystarasalt skal gerast tryggari
Sí eisini:
Elkaðal millum Finnland og Estland slitnaður
Í nýggjársrøðu sínari var forsætisráðfrúan ikki sørt døpur, og ávaraði hon um fleiri hóttarnir mótvegis Danmark komandi árini.
Mette Frederiksen staðfesti aftur í dag, at Danmark fer at styrkja seg meira hernaðarliga: At duppa seg meira.
- Vit hava duppa okkum (upprusta) nógv, og vit fara at duppa okkum meira. Tað verður ógvuliga ógvuliga dýrt, men eg haldi ikki, at tvey prosent av BTÚ er nóg mikið í verandi støðu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald