Í dag er steðgur í samráðingunum, men í morginárini klokkan 9 taka Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, og Miðflokkurin samráðingarnar uppaftur.
Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari og formaður í Sambandsflokkinum, hevur góðar vónir um, at samráðingarnar fara at bera á mál.
- Vit eru komin heilt tætt at málinum, vit mangla nøkur einstøk ting at fáa avgreitt, og meginparturin er longu skrivaður í samgonguskjalið, so tað gongur framm ímóti málinum nú, sigur hann við Útvarpið.
Bárður á Steig Nielsen vil tó ikki siga, hvørji mál talan er um.
- Vit hava avgreitt fleiri av teimum tungu málunum, men tó er okkurt einstakt eftir enn, sum skal avgreiðast. Tað havi eg vónir um, at vit fáa eina semju um mánadagin, áðrenn freistin rennur út týsdagin, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald